Íslendska bátasmiðjan Trefjar hevur júst latið einum fronskum keypara ein nýbygning av slagnum Cleopatra, skrivar Vísir. Talan er um ein Cleopatra 33, og hann merktur 11 bruttotons.
Tað er ein fiskimaður við Biscayavíkina, sum hevur keypt bátin, og hetta er fyrsu ferð, at Trefjar letur ein nýbygning til Fraklands.
Herfyri varð ein Cleopatra latin einum felagi í Kjøllefjord í Norðurnoregi, og hata var tann triði báturin, sum norska felagið hevði bílagt frá Trefjar.