Smíðar alibát uttanfyri Toll og Skatt

Bátasmiðjurin Kjartan Hansen úr Klaksvík smíðar ein alibát. Av tí at ongin høll er til slíkar verkætlanir, arbeiðir hann við at seta bátin saman úti

Bátasmið
Solby A. Eliasen

Klaksvík:
- Eg havi verkstað í garasjuni hjá mær, og har inni er ikki hugsingur um, at seta ein bát saman, sigur Kjartan Hansen, sum saman við øðrum ger ein alibát.
- So vit hava virkað alt inni í verkstaðnum fyri síðani at fara út at arbeiða víðari.
Tað er Vest Salmon, sum skal hava alibátin. Arbeiðið byrjaði fyrsta november og báturin verður væntandi liðugur um hálvan mei.
- Ein krani, sum vit skulu nýta, er seinkaður, men annars gongur alt, sum tað skal, og sum er, halda vit okkum til tíðarætlanina, sigur Kjartan, sum millum annað eisini hevur gjørt brúnna á Polarstjørnuni.
Hann greiðir frá, at tá ein skal fáast við slíkt arbeiði hesa ársins tíð, so má veðrið havast í huga, tá man ger tíðarætlanina, tí ongin ivi er um, at tað ger sítt til at seinka arbeiðinum.
- Um vit arbeiddu inni, so hevði arbeiðið helst ikki tikið meiri enn einar tveir mánaðir, heldur Kjartan.
- Men við tað, at eg havi møguleika til at virka øll stykkini inni, so er tað ikki so galið kortini. Og hesar seinastu dagarnar hevur veðrið verið avbera gott, so vit hava fingið nógv av skafti.
Alibáturin er úr aluminium og tað skal alt sveisast. Men tað tolir ikki vind og vætu, og so er alt sagt, tá hugsað verður um tað føroyska veðurlagið.

Nógv arbeiði
Kjartan sigur, at hann fær nógvar fyrispurningar um at gera og umvæla bátar.
- Tað hevur verið nógv arbeiði seinastu trý árini, so nógv at um ein ikki av og á hevði tikið sær nakrar dagar frí, so hevði slettis ongin frídagur verið.
Kjartan væntar ikki, at føroyingar fara at smíða skip aftur her á landi.
- Gongdin er jú, at skrokkar verða gjørdir eystanfyri og so koma teir higar til útgerðan. Tað er so nógv bíligari at fáa skrokkar eystanífrá, so inntil eysturlendingar finna út av, at onnur gera sær dælt av teirra lágu prísum, so fara føroyingar og at bíleggja hálvvirkað heim, sigur Kjartan.
- Eg haldi eisini at handverkaragrundarlagið er ov lítið til at fáast við størri verkætlanir. Tí allir handverkarar hava sum nú er úr at gera. Men tað er eisini eitt tað fyrsta arbeiðið sum merkir niðurgongd, vísir hann á.
Av tí sama er tað sera torført at gera eina langtíðarætlan fyri bátasmið. Og hon skal til, heldur Kjartan, um hann skal gera sín dreym til veruleika. Hansara dreymur er, at hava ein stóran verkstað, har ein eisini kann seta bátar saman - ikki bert virka stykkini til.