Fiskivinna
Í morgin koma trolbátarnir Varðin og Fiskaklettur inn at landa. Teir landa í Klaksvík og hava eini 9.000-10.000 pund hvør.
Í morgin landar eisini línuskipið Ågot, sum hendan túrin hevur roynt á landgrunninum. Ågot hevur eini 40.000 pund.
Fríggjadagin kemur línuskipið Polarstjørnan undan Føroyum, men enn vita tey ikki, hvussu gingist hevur hendan túrin.
Úr Klaksvík frættist, at fleiri útróðrarbátar fóru til útróðrar síðstu nátt, og teir fyrstu koma aftur at landi seinnapartin í dag.
Enn er einki frætt um, hvussu gingist hevur, men bátarnir í Klaksvík hava í vetur javnan ligið um eini 100 pund á línuna, onkuntíð meira og onkuntíð minni.
Ein av bátunum, sum landaði í gjár, var 80-tonsarin Líðhamar, sum hevði 5.500 pund á 60 stampum. Umleið helmingurin av veiðini var toskur.
Líðhamar fór avstað aftur síðstu nátt og er enn ikki afturkomin.