SMØR

Viðmerking
Heri Mohr

Í meira enn 20 ár hevur Eirikur Thorvaldsson, stjórin í Meginfelag Búnaðarmanna,
virkað fyri, í fyrsta lagi at vit skuldu gerast sjálvbjargin við mjólk frá okkara neytum,
og í øðrum lagi at bóndin skuldi fáa maksimala úrtøku úr mjólkini.
Hetta hevur Eirikur rokkið so ruddiliga. Og ikki bara tað: Hann hevur eisini megnað
at framleiða stórt tal av ymiskum úrdráttum úr mjólkini, sum bæði í dygd og
prísi kunnu kappast við somu vørur, sum koma uttanífrá. Alt tykist at hava
borið til hjá Eiriki eisini at gera MBM til eitt fíggjarliga sterkt og álítandi virki.

Og nú borðreiðir hann mín sann aftur við nýggjum, óroyndum: Føroyskt smør,
sum í góðsku og prísi er ført fyri at kappast ímóti smørrisanum Lurpak . - Eitt bragd !

Lítið suff: Prentingin á innpakkingini selur ikki nóg væl:
- Undir navninum SMØR kundi staðið við smáum
bókstavum framleitt í kirnu.
- Strika "Smørið er framleitt í kirnu"
- "Hóskar væl til føroyskan viðskera?" - Jamen, hvussu so við
speygpylsuni úr Danmark og rullupylsuni úr Íslandi kunnu
tær ik ki etast saman við føroyskum smøri ? Strika hatta,
Eirikur, og prenta í staðin fyri: "Er gott á smurt breyð. ?.",
so sleppa vit undan einum í hesum føri fjákutum predikati,
sum í versta føri kann darva søluarbeiðið.