Smartur konseptbilur frá Nissan

Nissan sýnir fram ein smartan konseptbil, sum møguliga verður tann nýggi Micra. Talan er um Nissan Sway, sum hevur verið sýndur fram á fleiri altjóða bilaframsýningum.

 

Um ikki so langa tíð kemur Nissan á marknaðin við einum nýggjum avloysara fyri Micra.Um hesin konseptbilurin verður tann nýggi Micra, verður hann bæði smartari og størri í modernaðum evropeiskum designstíli.

 

Um nýggi Micra kemur at síggja akkurát soleiðis út, vita vit ikki, men við hesum konseptblinum vísir Nissan hvønn designstíl teirra bilar koma at hava í nærmastu framtíð.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/