Skótarnir royna ymiskir stuttligir skótaítróttir á postunum, og verður hettar eisini eitt kapping um, hvør verður raskasta skótapatrulja. Av tí at ruddingardagur í Havn eisini er í dag, fara skótarnir á síni ferð runt í býnum at savna rusk upp, og verður hetta ein partur av kappingini.
Dagurin byrjaði á Trappuni og Elsa Berg, borgarstjóri, setti dagin.
"Góðu skótar, bæði stórir og smáir! Góðu tit øll!
Fyrst vil eg takka fyri, at eg slapp at bera tykkum eina heilsan, nú Smáskótadagurin er í dag. Og eg kann tað sama bara viðganga tað beinanvegin: Eg havi ongantíð sjálv verið skóti. Ella rættari sagt: Eg var nakrar fáar ferðir hjá skótunum í KFUM, men kom so ikki aftur. Men eg hevði ein vin, ið upplivdi alt tað nógva, tit skótar uppliva, og tað sá eg eisini upp til. Skótalívið gevur samanhald og varandi vinarløg, so tit hava nógv at gleða tykkum til.
##med2##
Fyri framman standa spennandi túrar í haga og á fjøllum, legur, legubál og ógloymandi løtur. Tit koma at ogna tykkum nógvan og dýrabæran lærdóm, sum tit koma at hava við tykkum alt lívið. Eingin ivi er um, at alt barna- og ungdómsarbeiði, sum verður gjørt kring landið, er til stórt gagn.
Her í Tórshavnar kommunu fegnast vit um, at so nógvir sjálvbodnir arbeiðstímar verða lagdir í tað. Tit eru partur av nøkrum, ið gagnar øllum samfelagnum, og sum skapar virði og góðan hugburð. Tit skótar bera ein fyrimyndarligan alsk til umhvørvið, náttúru og djóralív. Tað fara vit eisini at síggja í dag, tá ið tit fara at kappast um, hvør verður raskasta skótapatruljan.
Tit verða samstundis partur av ruddingardegnum, sum er í Havn í dag, og tá eru tit á heimavølli. Til veðurlagsverkfallið gjørdu børn eisini vart við, at vit eiga at fara væl við jørðini. Tað gjørdu tey millum annað við skeltum um, at “jørðin er dálkað, og vit mugu hjálpa”. Skulu bæði vit og eftirkomararnir fáa gleði av jørðini, mugu vit vera góð við hana. Tað er skjótt at bróta niður, men tungt at byggja upp, so tí mugu vit vera góð við okkara jørð.
Tær dygdir, tit skótar læra í skótalógini, geva tykkum eitt gott grundstøði at byggja á.Tað fer uttan iva at koma tykkum til góðar seinni í lívinum, at tit eru sonn í talu og atferð. Ella at tit eru trúgv, hjálpsom, høvisk, lýðin, sparin og røkin, væl hýrd og rein í huga, orð og gerð. Skótin er góður vinur og eisini djóravinur, og tí fara tit við virðing um bæði djór og náttúru. Skótalívið hevur mína størstu virðing, tí tað uppalir tykkum til dugandi og sjálvstøðug menniskju. Og so eru tað sjálvandi allar tær stuttligu løturnar, tit hava saman í góða felagsskapinum.
##med3##
Evnið fyri smáskótadagin hesaferð er “Eitt skótaævintýr”, og tað kunnu tit gleða tykkum til. Saman við skótabólkum úr øllum landinum fara tit at fáa ein spennandi og stuttligan dag saman. Skótarnir verða í dag serliga sjónskir í býarmyndini í Havnini, og tað gleðast vit eisini um. Bæði á KFUK-trøðni, í Plantasjuni og aðrastaðni í býnum og á Tinganesi koma tit at seta dám á.
Eg skal vegna Tórshavnar kommunu ynskja tykkum øllum ein góðan og gevandi dag. Við hesum orðum lýsi eg Smáskótadagin 2025 at vera settan!"
##med4##