Smittan í Noregi setir nýtt met

Miðalaldurin á teimum, sum vórðu staðfest smittað í Noregi seinasta samdøgur, var 33 ár.

 

 

Seinasta samdøgur setti Noreg met í koronu-smittu, tá staðfestir vórðu heili 1.294 nýggir smittutilburðir í landinum.

 

Hetta eru 682 tilburðir fleiri enn sama dag fyri einari viku síðan og er nýtt met hjá Noregi í smittu í eitt samdøgur.

 

Seinastu sjey dagarnar hevur miðaltalið av nýggjum smittutilburðum verið 820 um dagin. Í vikuni undan hesari var miðaltalið fyri hvønn dagin 540.

 

Miðalaldurin á teimum, sum vórðu staðfest smittað seinasta samdøgur, var 33 ár.

 

Í gjár - mikudagin - lógu 56 fólk á norskum sjúkrahúsum við koronu. Hetta vóru fýra fleiri enn dagin fyri. Sjey sjúklingar fingu viðgerð í respiratori, og hetta var sama tal, sum dagin fyri. 

 

Hóast smittutølini í løtuni eru stór í Noregi, er talið av innløgdum nógv minkað. Tá koronu-smittan var í hæddini i mars í ár, lógu fleiri enn 250 fólk á norskum sjúkrahúsum við koronu.

 

Samlaða talið av deyðum í Noregi, sum høvdu koronu, er higartil komið upp á 814 og tølini vísa, at 58,5 prosent av teimum deyðu vóru 80 ár og eldri.