– Vegna korona-smittuna, sum herjar í løtuni, vil SMS gera sítt fyri at steðga smittuni og fylgja tilmælunum hjá myndugleikunum. Tískil verður SMS stongt fram til 31. mars.
Hesum boðar SMS frá í kvøld.
Tó hava Miklagarður og Tjaldurs Apotek opið sum vanligt. Burger King Drive-through er eisini opið og letur upp kl.10.30 yrkadagar.
Meira kunning um upplatingartíðir og møguleika fyri keyp á netinum verður at fáa á heimasíðuni hjá SMS á www.sms.fo komandi dagarnar.