SMS fingið nýggjan stóran eigara

Ein av størstu eigarunum hevur selt sín part í SMS

P/F Enniberg eigur 36,5 prosent av partabrøvunum í P/F SMS, eftir at felagið í dag keypti øll partabrøvini í SMS frá Gullaki Madsen, reiðara í Hirtshals. Hesum boðar P/F SMS frá í tíðindaskrivi eftir aðalfundin í dag.

 

- SMS er ein væl rikin fyritøka. Vit meta partabrævakeypið vera eina skilagóða og spennandi íløgu, sum er eitt sindur øðrvísi enn tað, vit dagliga fáast við, sigur Hildigunn Johannessen, stjóri í P/F Ennibergi.

 

Gullak Madsen hevur verið stórur partaeigari í P/F SMS seinastu trý árini, men avgjørdi nú at selja øll partabrøvini í felagnum. Hann sigur, at hann hevur valt at selja nú, av tí at aðrar verkætlanir innan fiskivinnuna í Danmark eru komnar á breddan.

 

Niels Mortensen, stjóri í P/F SMS, eigur 50 prosent av SMS í sínum felagi NM Holding, og triði partaeigarin er P/F NJ Mortensen á Tvøroyri, sum eigur 13,5 prosent av partabrøvunum í P/F SMS.

 

- Eg takki Gullaki Madsen fyri góða samstarvið og íblásturin hesi árini, og samstundis heilsi eg nýggja stóra partaeigaranum vælkomnum. Eg gleði meg til samstarvið við P/F Enniberg, sum uttan iva hevur nógvar virðismiklar royndir at lata SMS, sigur Niels Mortensen, stjóri og høvuðspartaeigari í P/F SMS.

 

Avlopið í P/F SMS var 7,8 milliónir krónur fyri skatt í 2014. Tað er 2,1 millión krónur meira enn árið fyri. Umsetningurin var 378 milliónir krónur í fjør, og tað er 2,5 milliónir krónur hægri, sammett við 2013. 

 

Nýggj nevnd var vald á aðalfundi í dag. Í nevndini í SMS sita nú Christian Andreasen, formaður, og Mogens Nielsen, fyri NM Holding, Kaj Johannessen og Niels Johannessen, sum umboða P/F Enniberg, og Gudmund Mortensen umboðar NJ Mortensen í nevndini.  Anfinn V. Hansen og Gullak Madsen fóru úr nevndini.