SMS: Greiðir sigrar til StÍF og H71 - Kyndil vann stórsigur

Tríggir dystir eru leiktir í SMS-deildini í dag

Tríggir dystir eru leiktir í SMS-deildini í dag.

 

Í høllini á Skála tryggjaði StÍF sær fyrstu stigini hetta kappingarárið við at vinna 26-20 á VB. Í fyrra hálvleiki vóru vágskvinnur betri við, og í steðginum var StÍF bert á odda við einum máli, 13-12.

 

Eyðbjørg Kallsberg, Emmy Kass og Arnfríð Jacobsen vóru við fimm málum hvør toppskjúttar hjá StÍF. Carmen Luiza Silva var stórskjútti hjá VB í dag. Hon skoraði heili 11 mál, ið er 55 prosent av málunum VB skoraði. 

 

Í høllini við Streymin vann Kyndil ein knúsandi 46-23 stórsigur á EB. Í steðginum vóru kyndilskvinnur frammanfyri við níggju málum, 22-13.

 

Nadja Pejovic var toppskjútti hjá EB við sjey málum. Kyndil hevði tveir stórskjúttar í dag. Turið Arge Samuelsen við 12 málum og Joan Johannesen við 11 málum.

 

Í Hoyvíkshøllini vann H71 29-23 á Neistanum. Í steðginum var støðan tó javnleikur 16-16. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin var H71 á odda 25-20, og eftir tað koyrdi heimaliðið sigurin trygt í hús.

 

Maria H. Weyhe var við átta málum toppskjútti hjá H71. Mina Sirdal Henriksen var við fimm málum toppskjútti hjá Neistanum.

 

Kyndil er fremst í deildini við fullum stigtali, 10 stigum fyri fimm dystir. VÍF, Neistin og H71 hava átta stig hvør. EB og Stjørnan hava fýra stig hvør. StÍF hevur tvey stig, meðan VB er aftast við ongum stigi.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum í SMS-deildini:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##