Tveir dystir eru leiktir í SMS-deildini tíðliga seinnapartin í dag.
H71 knógvaði ein 32-31 sigur á VÍF í høllini í Vestmanna. Tá færri enn triggir minuttir vóru eftir av dystinum var H71 frammanfyri 32-28. VÍF megnaði at minka um munin, men ikki nóg mikið til at fáa stig. Í steðginum var H71 á odda 17-14.
Fríða Nolsøe Olsen var við 10 málum toppskjútti hjá H71. Við níggju málum var Anna Elisabeth H. Weyhe (myndin) toppskjútti hjá H71.
Bæði liðini hava 31 stig undan seinasta umfarinum. H71 er nú næstfremst. Komandi sunnudag klokkan 14 tekur VÍF móti Kyndli í Vestmanna. Somu klokkutið hevur H71 útidyst móti Neistanum.
Í høllini á Skála vann Neistin 26-21 (15-13) á StÍF.
Josefine Dyring var aftur í dag toppskjútti hjá StÍF. Hesaferð við sjey málum. Við átta málum gjørdist Silja Heðinsdóttir toppskjútti hjá Neistanum.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar og støðuna:
##med2##
##med3##
##med4##