Tveir dystir vóru fyrr í dag leiktir í SMS-deildini.
Í Hoyvíkshøllini syrgdi H71 fyri at staðfesta FM-hálvfinaluplássið við teprum 30-29 sigri á Neistanum. Í steðginum vóru hoyvíkskvinnur á odda við tveimum málum, 16-14.
Lukka Arge var við sjey málum toppskjútti hjá H71. Bjørk Franksdóttir Joensen var við átta málum toppskjútti hjá Neistanum.
Í KÍ-høllini vann VÍF greiðan 35-27 sigur á Stjørnuni. Vestmannakvinnur vóru á odda 18-12 í steðginum.
Ella Lionsdóttir Samson var við seks málum toppskjútti hjá Stjørnuni. Fríða Nolsøe Olsen var við 10 málum toppskjútti hjá VÍF.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum, umframt støðuna í SMS-deildini:
##med2##
##med3##
##med4##













