SMS: H71 vann á VÍF aftaná longda leiktíð og brotskastskapping

Hoyvíkskvinnur hava fyrimunin undan 2. FM-hálvfinaluni á heimavølli

Ígjár var talan um eitt stórt hálvfinaludrama í Burn Mansdeildini, tá Kyndil aftaná longda leiktíð og brotskastskapping vann seg í FM-finalurnar.

 

Í dag var líknandi drama í SMS-deildini.

 

Í 1. FM-hálvfinaluni í høllini í Vestmanna eydnaðist tað H71 aftaná longda leiktíð og brotskastskapping at vinna 38-37 á VÍF. 

 

Í steðginum var VÍF á odda 16-14. Tá vanliga leiktíðin var farin stóð á jøvnum 29-29. Tá liðini høvdu leikt longda leiktíð tvær ferðir fimm minuttir stóð framvegis á jøvnum 33-33. So var neyðugt við brotskastskapping. H71 setti fimm av fimm brotskøstum í netið, VÍF setti fýra av fimm í netið, og tað gjørdist munurin millum liðini.

 

Toppskjúttar hjá VÍF vóru: Fríða Nolsøe Olsen 9, Mille Dahl 7, Lise Marie Nesse Evensen 5, Rannvá Olsen 4, Ingibjørg Olsen 4.

 

Toppskjúttar hjá H71 vóru: Anna Elisabeth H. Weyhe 8, Maria H. Weyhe 7, Elsa Egholm 6, Karin Egholm 5, Lea S. L. Brockie 5. 

 

Liðini hittast aftur í Hoyvíkshøllini annað páskakvøld klokkan 19. Vinnur H71 dystin hava tær vunnið seg í FM-finalurnar. Vinnur VÍF verður triðja og avgerandi FM-hálvfinalan leikt í Hoyvíkshøllini 24. apríl.