SMS: 1. hálvfinalurnar vera leiktar í annaðkvøld

Í aðrari hálvfinaluni møtast Stjørnan og H71, og í hinari hálvfinaluni møtast Neistin og Kyndil

Í annaðkvøld vera fyrstu hálvfinalurnar í SMS-deildini leiktar.

 

Spælt verður best av trimum dystum.

 

Klokkan 18.30 byrjar dysturin millum Stjørnuna og H71 í KÍ-høllini í Klaksvík. H71 vann 41 av 42 stigum í grundspælinum, og má tí sigast at vera favorittur til at vinna dystin.

 

Klokkan 20 byrjar grannauppgerðin millum Neistan og Kyndil í høllini á Hálsi í Havn. Liðini vunnu hvør sín innanhýsis dyst í grundspælinum, meðan triði dysturin endaði við javnleiki. Tí er alt opið í hesari uppgerðini.

 

Komandi leygarkvøld klokkan hittast H71 og Stjørnan aftur í Hoyvíkshøllini. Sunnudagin klokkan 15 byrjar annar dysturin millum Kyndil og Neistan í høllini á Hálsi.

 

Møguligar triðju FM-hálvfinalur vera leiktar í komandi viku.