Greipuvinnararnir í SMS-deildini, H71 komu væl frá landi í landskappingini.
H71 tók seinnapartin móti VÍF í Hoyvíkshøllini.
H71 vann dystin 34-30. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15.
Tá 41 minuttir vóru leiktir var støðan javnleikur 22-22. Fimm minuttir seinni var H71 á odda 27-24, og sleptu hoyvíkskvinnur ikki leiðsluni í dystinum eftir tað.
Sára Jacobsen var toppskjútti hjá H71 við 10 málum. Toppskjútti hjá VÍF var Fríði Nolsøe Olsen við átta málum.
Her er dómaraseðilin frá HSF:
##med2##