Sunnudagin kann H71 vinna seg í FM-finalurnar í SMS-deildini.
H71 vann i kvøld greiðan 32-26 sigur á Stjørnuni í 1. FM-hálvfinaluni sum var leikt í KÍ-høllini í Klaksvík. Vinna hoyvíkskvinnur 2. FM-hálvfinaluna, ið verður leikt í Hoyvíkshøllini klokkan 14 sunnudagin hava tær vunnið seg í FM-hálvfinalurnar. Vinnur Stjørnan sunnudagin verður ein triðja og avgerandi FM-hálvfinala í Hoyvíkshøllini hóskvøldið 31. mars klokkan 18.
Tað var javnleikur 4-4 tá seks minuttir vóru leiktir. Eftir tað hevði H71 leiðsluna í dystinum. Í steðginum var H71 á odda 18-13. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin var H71 á odda 26-18, og tá var greitt, at sigurin fór til H71.
Stjørnan-H71 26-32 (13-18) - Dómaraseðilin frá HSF sæst her:
##med2##