SMS: Kyndil vann greiðan sigur á StÍF

Kyndil er nú fremst í SMS-deildini við 16 stigum

Mikukvøldið var ein dystur leiktur í SMS-deildini.

 

Í høllini á Hálsi í Havn tók Kyndil móti StÍF.

 

Dysturin endaði við ein greiðum 32-26 sigri til Kyndil. 

 

Tá 24 minuttir vóru leiktir var Kyndil bert á odda 11-10. Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki skoraði heimaliðið fimm ferðir uttan, at StÍF svaraði aftur. Kyndil var sostatt á odda 16-10 í steðginum, og í seinna hálvleiki eydnaðist at halda munin.

 

Turið Arge Samuelsen var toppskjútti hjá Kyndli við átta málum. Natasja Hammer skoraði 10 mál fyri StÍF.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL92812225916
 NEISTIN82551926314
 STÍF9261262-110
 VÍF8240230108
 H718248232168
 STJØRNAN8205232-276
 EB8200253-533
 VB8200267-671