SMS: Kyndil vann seg í FM-finalurnar við stórsigri á VÍF

Kyndilskvinnur vunnu á VÍF við 10 málum

Kyndilskvinnur hava vunnið seg í FM-finalurnar í SMS-deildini, har antin StÍF ella Neistin verður mótstøðuliðið.

 

Kyndil vann í aðru FM-hálvfinaluni stórsigur 36-26 á VÍF í høllini á Hálsi í Havn. Í steðginum var Kyndil á odda 17-11.

 

Kyndil vann 26-20 (13-11) á VÍF í tí fyrru FM-hálvfinaluni, ið var spæld í høllini í Vestmanna farna mikukvøld.

 

Kyndil vann sostatt FM-hálvfinaluuppgerðina 2-0.

 

Bára Krossteig Hansen og Turið Arge Samuelsen (myndin) vóru toppskjúttar hjá Kyndli við sjey málum hvør. Fríða Nolsøe Olsen var toppskjútti hjá VÍF við sjey málum.

 

Klokkan 17 byrjar onnur FM-hálvfinalan millum Neistan og StÍF í høllini á Hálsi. StÍF er á odda 1-0 í FM-hálvfinaluuppgerðini. Vinnur StÍF dystin møta tær Kyndli í FM-finalunum. Vinnur Neistin verður triðja FM-hálvfinalan leikt í høllini á Hálsi komandi týskvøld klokkan 19.30. 

 

HER er dómaraseðilin hjá HSF frá seinnu FM-hálvfinaluni millum Kyndil og VÍF:

 

##med2##