SMS-deildin: Sigrar til Neistan, StÍF og VÍF

StÍF vann á heimavølli móti VB. Neistin vann í Hoyvíkshøllini og VÍF vann á Stjørnuni

Tríggir dystir vóru leiktir í SMS-deildini í dag. 

 

Í Hoyvíkshøllini vann Neistin 28-22 á H71. H71 var á odda 15-12, men skoraði bert sjey mál í seinna hálvleiki. Neistakvinnur vunnu seinna hálvleik 16-7. 

 

Lukka Arge var toppskjútti hjá H71 við sjey málum. Maria P. Nólsoy var toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

Í høllini á Skála vann StÍF ein tepran 29-28 sigur á VB. Í steðginum var StÍF á odda 18-12. Móti endanum var StÍF á odda 29-22. Tá setti VB inn ein góðan endaspurt, men tað rakk ikki til stig.

 

Natasja Hammer var toppskjútti hjá StÍF við átta málum. Bára Krosslá Mortensen var toppskjútti hjá VB við sjey málum.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med3##

 

Í KÍ-høllini í Klaksvík vann VÍF greiðan 31-22 sigur á Stjørnuni. Í steðginum var VÍF á odda 16-12.

 

Savica Mrkikj var toppskjútti hjá Stjørnuni við sjey málum. Fríða Nolsøe Olsen var toppskjútti hjá VÍF við 11 málum.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med4##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 NEISTIN51641214310
 KYNDIL5155125308
 H714129108216
 STJØRNAN5126139-134
 STÍF5132149-174
 EB5126154-283
 VÍF5143154-112
 VB4100125-251