SMS: StÍF er fimm stig frá einum FM-endaspælsplássi

Spenningurin um fýra tey ovastu plássini í SMS-deildini er fyribils farin

Savnsmynd

Savnsmynd

- Einki er liðugt fyrrenn alt er liðugt. Tann setningurin verður ofta endurtikin. Tað eru fitt av dystum eftir at avgreiða í SMS-deildini, men fyribils er spenningurin um fýra tey ovastu FM-endaspælsplássini ikki so stórur.

 

21-23 (12-11) tapið hjá verandi FM-vinnarum, StÍF fyri Neistanum í høllini á Hálsi í Havn í dag ger, at strandakvinnur hava fimm stig upp til Stjørnuna og H71, og tá hevur StÍF eisini spælt tveir dystir fleiri enn Stjørnan, og tríggjar dystir fleiri enn H71.

 

Suðuri í Vági fekk VB eina góða byrjan móti Kyndli, ið mátti brúka eina løtu til at fóta sær. Kyndil kom tó á lagið og var á odda 13-9 í steðginum. Kyndil vann dystin 26-18 aftaná eitt heiðurligt avrik hjá botnliðnum. Turið Arge Samuelsen skoraði helvtina av málinum hjá Kyndli í dag, 13 mál. 

 

Á Eiði vann Stjørnan stórsigur 38-21 á EB. Í steðginum var Stjørnan á odda 18-10. Katrin Bertholdsen gjørdi ein ordans vørr í dag við at skora heili 13 mál fyri Stjørnuna. 

 

Neistin-StÍF 23-21 (11-12)

 

Málskjúttar Neistin: Rakul Magnussen 4, Nada Pejovic 3, Frida H. Jacobsen 3, Sólbjørt Høj 3, Maria P. Nólsoy 3, Hervør Niclasen 2, Ingunn Kristina Persson 2, Petra A. Larsen 2, Lea Mohr 1. 

 

Málskjúttar StÍF: Karina B. Høgnisen 5, Mao Otani 4, Haruka Gima 4, Guðrið Ellingsgaard 3, Poula Dulavík 3, Emmy Kass 1, Rebekka Zachariassen 1. 

 

VB-Kyndil 18-26 (9-13)

 

Málskjúttar VB: Gurið K. Augustinussen 5, Durita K. Hjelm 5, Tórun Vilhelm 4, Bára K. Mortensen 2, Rannvá Johannessen 1, Vár Brattalíð 1. 

 

Málskjúttar Kyndil: Turið Arge Samuelsen 13, Ásleyg Súnadóttir 4, Súna K. Hansen 3, Barbara Hammer 3, Beinta Bárðardóttir 2, Bjørt Krossteig 1. 

 

EB-Stjørnan 21-38 (10-18)

 

Málskjúttar EB: Katrin Bertholdsen 13, Tóra Eliasen 6, Jancy Jacobsen 6, Sonja S. á Bergi 4,  Iulia Nalivko 3, Durita L. Johansen 3, Malene Madsen 1, Oddvør Josephsen 1, Tóra Norðá 1. 

 

Málskjúttar Stjørnan: Lea S. Lisberg 7, Zeljana Grozdanic 6, Olivia Kruse 4, Karin Kruse 2, Talita Jeffridóttir 1, Sára J. Magnussen 1. 

 

 

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL92632045914
 NEISTIN82121684412
 STJØRNAN72201457511
 H7161871355211
 STÍF9213220-76
 EB8143263-1202
 VB9179282-1030

 

 

 

 

 

 

 

Savnsmynd

Savnsmynd