Ein dystur er leiktur í SMS-deildini seinnapartin í dag.
Suðuri í Vági eydnaðist tað VB at vinna fyrsta sigurin og fyrstu stigini hetta kappingarárið.
VB vann 28-27 á Stjørnuni. Sigursmálið skoraði Krista Mohr Leo upp á brotskast við bert trimum sekundum eftir á klokkuni. Í steðginum var VB á odda 15-13.
Carmen Luiza Silva var stórskjútti hjá VB. Hon skoraði helvtina av málunum hjá VB, heili 14 mál.
Tóra Eliasen og Jancy Jógvansdóttir Poulsen vóru toppskjúttar hjá Stjørnuni. Tær skutu sjey mál hvør.
HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum í Vági:
##med2##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
Kyndil | 7 | 248 | 141 | 107 | 14 |
H71 | 6 | 202 | 158 | 44 | 10 |
StÍF | 6 | 135 | 145 | -10 | 6 |
VÍF | 4 | 107 | 85 | 22 | 6 |
Neistin | 6 | 134 | 145 | -11 | 5 |
EB | 7 | 165 | 213 | -48 | 3 |
VB | 6 | 142 | 191 | -49 | 2 |
Stjørnan | 6 | 144 | 199 | -55 | 2 |