Løgreglan í Keypmannahavn er í ferð við at avdúka eitt rúsevnakervi, sum er undir illgruna fyri at hava smuglað meiri enn 2,7 tons av evninum PMK-glycidate. Hetta evnið verður brúkt til at gera ecstasy burturúr, og nøgdin er nóg mikið til 13,4 milliónir ecstasy-tablettir, sigur løgreglan við DR. Á gøtuni høvdu tablettirnar kostað um 300 milliónir krónur.
Ein 38 ára gamal maður hevur sitið í varðhaldið nakrar mánaðir í sambandi við málið, og í gjár tók løgreglan ein 33 ára gamlan mann afturat. Løgreglan heldur, at teir báðir menninir høvdu smuglað 800 kilo av PMK-glycidate, sum løgreglan fann í vár. Menninir eru eisini undir illgruna fyri at hava smuglað sama evnið í fleiri øðrum førum.
Løgreglan í Keypmannahavn heldur, at evnið skuldi sendast til eina verksmiðju í Niðurlondum, har tað skuldi brúkast til at gera ecstasy-tablettir burturúr. Niðurlendska løgreglan hevur funnið meiri enn eitt tons av PMK-glycidate, sum verða sett í samband við teir báðar menninar, sum nú sita í varðhaldi í Danmark.