Leygarmorgunin ringdi ein kvinna í 30-unum til politiið, tí ein vinmaður hevði smurt hana av. Tá politiið kom á staðið, funnu teir kvinnuni so illa viðfarna, at hon varð innløgd á Landssjúkrahúsið alt fyri eitt. Maðurin var rýmdur, eftir at hava bæði sligið og sparka hana sera illa. Sambært politinum verður hann skuldsettur fyri grovan harðskap, tá hann einaferð verður funnin og avhoyrdur. Grovur harðskapur fevnir millum annað um harðskap móti liggjandi persóni, og til dømis spark í andlitið. Hetta gevur harðari revsing enn vanligur harðskapur. Politiið kennir fólkini, sum eru í 30-unum og ikki búgva saman. Helst var rúsdrekka uppi í eisini.