Smyr væl móttikið

Stjórin á MBM hevur eitt sindur ilt við at skilja, at summi halda nýggju vøruna hjá teimum vera ov dýra

Eftir nakrar vikur á marknaðinum eru tey hjá MBM væl nøgd við undirtøkuna, sum Smyr hevur fingið. Smyr er at kalla føroyska útgávan av sonevndu blandingsproduktunum, sum eitt nú Kærgården.

 

- Sum heild haldi eg, at fólk hava tikið væl ímóti, og søluna sjálva eru vit væl nøgd við, sigur Hákun Steingrímsson, stjóri á MBM.

 

Á sosialu miðlunum hava fleiri róð framundir, at Smyr er munandi dýrari enn útlendsku kappingarneytarnir, men hetta hevur MBM-stjórin eitt sindur ilt við at góðtaka.

 

- Vit hava sjálvandi okkara prís, men vit kunnu so ikki áseta, hvat handlarnir selja vøruna fyri. Vit hava tó sjálvandi eyguni eftir, hvussu marknaðurin er, og okkara tøl siga, at útsøluprísurin í handlunum sveiggjar frá 15,95 til 21,95.

 

- Og so er sjálvandi ymiskt, hvussu príspolitikkurin hjá handlunum er. Um tað verður lagt eins nógv á allar vørur, ella um tey velja at koyra við nøkrum sertilboðum. Í øllum førum hava vit eisini lagt til merkis, at Smyr í nøkrum handlum er bíligari enn Kærgården, so heilt galið er tað neyvan, heldur Hákun Steingrímsson.