Smyril aftur í regluliga sigling í kvøld

Í kvøld verður Smyril settur aftur í vanliga rutusigling ímillum Suðuroy og Havnina og síðani verður siglt eftir vanligu ferðaætlanini.

Tað upplýsir Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni.

Brekið, sum týskvøldið førdi til, at skrúvan koplaði úr so at Smyril misti framdriftina, varð staðfest ímeðan hann lá við bryggju á Krambatanga og tað varð umvælt í gjár.

Samtundis vórðu trygdarskipanir settar í fyri at fyribyrgja, at hetta ikki hendir aftur.

Ímeðan Smyril lá við bryggju í Suðuroy, vóru skipanirnar royndar í verki og tá ið tær vístu seg at halda til trýstið, varð avgjørt at lata Smyril sigla til Havnar í morgun.

Men fyri at geva fólki møguleika at koma til skipið, var fráferðin útsett frá klokkan 7 í morgun til klokkan 8.30.

Men tá ið teir baksaðust við tað tekniska brekið ímeðan Smyril lá á Trongisvágsfirði, komu teir fram á aðrar ábøtur, sum tað var ynskiligt at gera, áðrenn siglingin verður tikin upp aftur av álvara.

Eykalutirnir, sum skulu brúkast til tær ábøturnar, eru hjá El-service á Skála og tí er avrátt, at ábøturnar skulu gerast ímeðan Smyril liggur í Havn í dag.

Av tí sama varð fráferðin úr Havn klokkan 9.30 avlýst og somuleiðis verður túrurin av Krambatanga klokkan 15.30 í dag, heldur ikki sigldur.

Men Smyril verður klárur aftur til regluliga túrin úr Havn í kvøld klokkan 18.30 og síðani verður aftur siglt eftir vanligu ferðaætlanini í morgin og framyvir.