Smyril avlýsir túrar í dag

Hann siglur bara ein túr afturat í dag

Veðrið er ringt við nógvum vindi av útsynningi, og hann sigur upp í 30 metrar um sekundið í hvirlunum.

 

Tað fær Strandferðsluna til at broyta ferðaætlanina hjá Smyrli í dag. Tað merkir, at Smyril siglur bara ein túr afturat í dag. Hann fór ikki av Krambatanga í morgum, sum hann skuldi, men tann túrurin verður nú klokkan 13. So fer hann aftur av Havnini klokkan 16, sum er eftir ferðaætlanini, men so verður ikki siglt meir í dag. Sostatt er túrurin av Krambatanga seint seinnapartin og túrurin av Havnini í kvøld, avlýstir.'

 

 Sum heild hevur veðrið verið sera ólagaligt. Blot er komið í kavan, so fleiri vegir hava verið stongdir, tí tað er lopið á teir, og tað er ikki koyrandi á Selatraðarvegnum.

 

Les meiri her: Landsverk ávarar bilførarar í morgun