Tað er gott lag á vágbingum, sum í dag halda jóansøku.
Sólin skínur oman og niðan, og áskoðararnir stórfegnast um trygga sigurin, ið stoltleikin hjá teimum í kappróðri – 6-mannafarið Smyril – vann í góðveðrinum á Vágsfirði.
Tá ið bátarnir komu skúmandi fram ímóti málinum, var tað eingin ivi um, at heimamenninir høvdu megnað at lyfta tað, sum tey í Vági og grannabygdunum høvdu vónað og roknað við, og tá ið skotini geltu, var fýrverk í tí stílinum, sum tað plagar at vera, tá ið tey hava nýggjárshald í Vági
Tað var meiri enn ein bátslongd frá Smyrli og aftur til Sundabátin, sum var fleiri bátslongdir undan FM vinnaranum í 2019 Hvessingi, ið endaði á triðja plássi.
1 Smyril 05:01.28
2 Sundabáturin 05:04.36
3 Hvessingur 05:10.03
4 Tindur
5 Gongurólvur
6 Hósvíkingur
7 Riddarin
8 Rádni