Vandi er nú fyri, at Smyril ikki longur sleppur at leggja at í Havn, men verður noyddur inn á Kollafjørð at liggja.
Tað staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Hetta kann verða avleiðingin, ger landsstýrið álvara av ætlanini at leggja uppskot fyri tingið, sum noktar kommunum at taka havnargjald fyri skipini hjá Strandferðsluni.
Á ið vit tosaðu við borgarstjóran í Havn á miðdegi, hevði hann ikki sæð uppskotið, men nú er hann kunnaður um tað.
Og hann er skelkaður.
- Tórshavnar Kommuna hevur sjálv bygt og rindað fyri Tórshavnar Havn og tað kemur ikki upp á tal, at besta atløguplássið í allari Havnini verður latið burtur fyri einki, staðfestir hann.
- Tað dugi eg ikki at síggja, at politiski meirilutin í Tórshavnar Býráðið kann góðtaka yvirhøvur. Tað kunnu vit ikki loyva okkum, eftirsum, vit skulu betala íløguna aftur og so taka vit avgerð eftir frá.
Sostatt staðfestir hann, at ger samgongan álvara av ætlanini, kann vandi vera fyri, at Smyril í framtíðini fær atløgupláss í Kollfirði hereftir og tað er at harmast um vegna allar suðuroyingar
-Tað er Tórshavnar Havn og Tórshavnar Kommuna einsamøll, sum burtur av gera av, hvar í hvørji skip sleppa at leggja at, leggur hann afturat.
Tí heitir hann á landsstýrið um at hugsa seg væl um, men landsstýrið fær tað soleiðis, sum tað vil