Smyril fekk maskinbrek – men siglur nú aftur

Hann verður ein góðan tíma seinkaður til Havnar

Smyril nú fingið ferð á motorarnar aftur, eftir at hann hevur ligið við maskinbreki eystanfyri Suðuroy í slakan hálvan annan tíma.

 

Sostatt hevur hann nú sett kós ímóti Havnini, men hann verður ein góðan tíma seinkaður, hann skuldi annars vera í Havnini nú klokkan 10.30.

 

Táið Smyril fór av Krambatanga í Suðuroy, klokkan 8.30 í morgun, fekk hann maskinbrek beint sum hann var komin út av Trongisvágsfirði.

 

 

Les eisini: Smyril fingið maskinbrek eystanfyri Suðuroynna

 

 

Teir mistu brádliga brennioljutrýstið øðrumegin, og tveir motorar steðgaðu. Men veðrið er gott og rákið er til vildar,  so teir hava fult tamarhald á støðuni, og tað er ongin vandi á ferð, yvirhøvur, sigur Jóan Petur Abrahamsen.

 

Men beint nú fingu teir ferð á aftur. Jóan Petur Abrahamsen, sigur, at teir hava skift frá tungolju, til diesel, og hava sostatt fingið kraft aftur á motorarnar.

 

Hann sigur, at beint eftir nýggjár verður lagt endaliga um til diesel, og tá verður framdriftin nógv tryggari enn hon er við tungolju. Tungolja er ikki væl hóskandi til skip, sum sigla stuttar túrar, tí tað kann elva til trupulleikar, sum hesar, og tá er diesel nógv tryggari brennievni.

 

Av tí at Smyril er seinkaður til Havnar, verður fráferðin úr Havn, til Suðuroyar, sum skuldi vera klokkan 11.30, flutt til klokkan 13.