Suðuroyarsigling
Tað var rættiliga nógv fólk á Jóansøku á Tvøroyri í farnu viku.
Tað vísa tølini hjá Strandferðsluni fyri, hvussu nógv ferðafólk vóru við Smyrli ímillum Havnina og Suðuroynna í døgunum rundanum jóansøkuna.
Andrass Jensen, ferðafólkaleiðari hjá Strandferðsluni sigur, at frá mikudegi fyri jóansøku til mánadagin eftir jóansøku, flutti Smyril tilsamans 6226 ferðafólk um Suðuroyarfjørð.
Tað er ringt at siga um hetta er met, men tað er í øllum førum tætt við.
Serliga nógv fólk sigldu í døgunum beint rundanum jóansøkuna. Hagtølini hjá Strandferðsluni vísa, at hóskvøldið fyri Jóansøku vóru 517 ferðafólk suður við Smyrli. Teir heilt stóru dagarnar vóru fríggjadagin og leygardagin. Fríggjadagin sigldi Smyril tríggjar ferðir ímillum Suðuroynna og Havnina og hendan dagin fóru ikki færri enn 1398 fólk suður. Men eisini leygardagin var nógv fólk við, tá fóru 933 fólk suður við Smyrli.
Norður eftir var trýstið størst leygardagin, sunnudagin og mánadagin. Leygardagin fóru 916 fólk norður við Smyrli, sunnudagin vóru 1111 ferðafólk við av Tvøroyri til Havnar og mánadagin vóru 544 ferðafólk við norður av Tvøroyri til Havnar.
Teir flestu av túrunum var biladekkið eisini fult av bilum og mangan var tað eisini so at allir bilarnir sluppu ikki við, men máttu standa eftir á keiini.
Andrass Jensen sigur, at hóast trýstið á Smyril var hart hesar dagarnar, gekk alt upp á stás og hann heldur, at manningin gjørdi eitt sera gott arbeiðið hesar dagarnar, hóast arbeiðstrýstið var ómetaliga hart.
Slíkar dagar plagar Strandferðslan at hava eyka vaktarfólk við, men tey høvdu ikki nógv at gera.
Onkrir smáir tilburðir vóru, men tað varð altíð steðgað, áðrenn tað varð til nakað ógvusligt.