Smyril Line letur hotell upp í Skálavík

Smyril Line yvirtekur nú Depilin í Skálavík

 Tað verður Smyril Line, sum nú skal reka Depilin í Skálavík 

Tey, sum eiga Depilin í Skálavík hava nevniliga gjørt avtalu um, at Smyril Line yvirtekur raksturin av deplinum, ið framyvir verður rikin sum vanligt hotell undir navninum Hotel Skálavík.

 

Tað hevur gingið strilti at fáa Depilin at bera seg og herfyri settu eigararnir seg í samband við Smyril Line, um møguleikan at fáa Smyril Line at reka hann framyvir.

Nú er avtalan um at leiga hotellið, gjørd og framyvir verður tað Smyril Line, ið tekur sær av rakstrinum.

Smyril Line yvirtekur raksturin frá 23. mars og bjóðar bæði føroyingum og útlendingum at gista.

 

Hotel Skálavík er nýtt og í sera góðum standi, sigur Smyril Line.

Hotellið hevur 25 kømur umframt fundarhøli, matstovu, veitsluhøli, biograf og allar hentleikar til ráðstevnur. Eisini eru tvey stór høli, ið kunnu leggjast saman at rúma upp til 500 gestum.

 

Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line sær stórar møguleikar í nýggja hotellinum.

- Við Hotel Skálavík kunnu vit bjóða eitt væl røkt, nútímans hotell á einum av vakrastu plássum í Føroyum, sigur Hann.

- Vit hava longu eitt víttfevnandi og gott sølunet, bæði í Føroyum og uttanlands, so vit eru brynjað at fara undir hesa ætlan.

- Vit hava 32 ára royndir við sølu og marknaðarføring í útlondum, og vit hava  søluskrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi og Týsklandi. Harumframt hevur Smyril Line sera tætt samstarv við umboð í øllum norðurlondum og longri niðri í Evropa.

 

Á myndini eru Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, Hjørdis Háberg Petersen, í miðjuni, og Beinta Jacobsen, frá deplinum í Skálavík. Myndin var tikin tá ið avtalan bleiv skrivað undir.