Símun S. Weihe
Tórshavn
Føroyingar fegnaðust allir, tá Norrøna kom til landið fyrstu ferð í 1983. Nógvir tóku dyggiliga undir og settu partapening í. Hetta skuldu verða okkara svar til danska ferðamannaskipið, sum í nógv harrans ár hevði flutt føroyingar til grannalondini. Eisini var tað ein stór skomm fyri eina siglandi tjóð, ikki at eiga eitt sovorðið skip. Dyggi stuðulin gjørdi, at felagið bjóðaði teimum, sum høvdu sett pening í, at ferðaseðilin hjá teimum var lægri í prísi, og júst hetta elvdi til, at fólk vóru nøgd og onnurkomu afturat. Men í 1985, bert 2 ár eftir, kom Smyril Line í stórar fíggjarligar trupulleikar. Hví, tí stjórin setti Norrønu at sigla Korsør-Kiel, har ferðaseðilin bert kostaði eina krónu. Hin vinningurin skuldi koma frá mati, drekka, spølum og øðrum. Ótrúligt, men veruleiki. Nevndin í Smyril Line bað um hjálp. Men sambandsflokkurin, sum sat í Tinganesi, segði kortanei. Málið bleiv lagt fyri Føroya løgting og har hendi tað óvanliga, at tjóðveldisflokkurin, sum sat í andstøðu, atkvøddi fyrimálinum og Smyril Line varð bjargað. Men treytir vórðu settar við, landsstýrið setti ein fíggjarstjóra, sum sjálvandi skuldi fylgja við, hvussu tær nógvu milliónirnar blivu brúktar. Kann ikki annað enn nevna mannin við navni. Hví, tí hetta at koma til landskassan og biðja hann taka um endan, tá man av berum kleyvarskapi og dugnaloysi kann leiða eitt so stórt felag út í óføri. Jóannis av Váli varð settur sum fíggjarstjóri. Veit ikki, um hann situr har enn. Ótrúligt, men veruleiki, stjórin, sum var orsøkin til falittið, bleiv sitandi. Tað var INN tá í 80-árunum at teir hildu fram, teir høvdu fingið eitt navn afturat og tað var vinnulívsmaður.
Hevði tað verið í einum av okkara grannalondum, so hevði nevnd og stjóri verið koyrd frá í stundini.
Smyril Line sigldi fram yvir Atlantshav, væl stuðlað av landskassa og ferðafólki. Men nú var skútan vorðin ov gomul og so mást tú endurnýggja teg. Sjálvandi setur tú pening av í góðum tíðum, tí tað er ein sannroynd, at skal tú halda á at sigla, so mást tú byggja nýtt. Men nú var aftur galið, stjórin frá 80-árunum skuldi byggja nýtt skip, men ongin peningur var settur av gjøgnum øll hesi árini til eitt nýtt skip. Tað var keypt so nógv annað, at skipið var gloymt. Hvat var nú til ráð at taka, jú, lat okkum gera sum í 80-árunum, fara til landskassan. Men hesuferð gekk tað bara ikki. Hetlendingar komu upp í og soleiðis kom nýggja Norrøna til landið. Hví tók Hans Mortensen seg úr nevndini, eftir bert at hava sitið har í nakrar mánaðir?
Verður tað aftur ótrúligt og veruleiki, at framtaksgrunnurin setur pening í og stjórin verður sitandi.
Í dag situr ein stjóri í einum leigaðum stóli í Jónas Broncksgøtu 37, nógv eru avdrøgini eftir, sum skulu gjaldast, men hvar eru virðini? Tað, sum situr í stólinum er ikki loyvt at selja, tí ST-sáttmálin loyvir ikki hesum. Um íslandsfalkurin situr á økslini, ja, so er hann eisini friðaður.