Smyril Line og tíðarfreistin

- Er revolvarin ordiligur ella er talan um luftwaffe?

Sjálvsagt er hetta eitt torført mál, fult av kenslum. Sum eg havi skilt á málinum, so hevur kreditorurin, ein týskur banki, fráboða, at Smyril Line skal gjalda eitt gjald í morgin, 7. november, annars kemur Norrøna ikki aftur til Føroya. Hetta ljóðar ótrúliga løgi, at týski bankin ikki vil geva føroysku politikarunum 1-2 vikur at viðgerða málið í, so man ikki skal skunda hesa avgerð ígjøgnum. Neyvan hevur hesin týski kreditorurin ein spentan keypara á hondini í hesum tíðum... so um útlit eru at fáa pengarnar frá Føroya Landsstýri, so skuldi man hildið, at teir vildu bíða nakrar dagar, soleiðis at alt ikki verður hurra ígjøgnum, áðrenn nakar fær hugsa seg um.

 

Eg var tó glað at hoyra, at nakrir av politikarum okkara, eru eitt sindur skilagóðir - íhvørtfall í orðaskiftinum í Løgtinginum 6. november 2008, um uppskotið at spýta 30 mill. í Smyril Line.

 

Serliga var tað Magni Laksáfoss, sum hevði eina framúr góða røðu, ið legði upp til, at løgtingslimir og vit onnur, eiga at taka støðu til málið út frá fakta og ikki út frá kenslum. Vit eru øll góð við Smyril Line og Norrønu, men sjálvsagt er tað fakta, sum skal vera grundarlagið fyri avgerðini. Hví er so torført at fáa onnur at seta pengar í? Er tað realistiskt, at Smyril Line fer at kunna klára sínar skyldur framyvir, uttan at fáa meiri pengar úr Landskassanum? Og ikki minst, nú vit hava 30 mill. at brúka, burdu vit brúkt pengarnar til onnur endamál? Serliga var tað Jenis av Rana, sum hevði hendan seinasta spurningin frammi. Sera relevantur.

 

Skuldi Smyril Line kanska bara fari á heysin

Annars hevði tað kanska verið vert at tiki eitt kjak um, hvørt man átti at lati Smyril Line fari á heysin. Onkur hevði kanska vilja keypt Norrønu aftur, fyri ein bíligan penga, so bíligan, at tað kanska hevði borðið seg fíggjarliga, at havt eina rutu á Atlantarhavinum. Verandi íleggjarar missa álíkavæl heili 70% av sínum pengum, sambært verandi uppskoti, so tað er næstan líkamikið hjá teimum.