Landsstýrismaðurin í vinnumálum umhugsar nú, hvat hann skal svara eini áheitan frá Smyril Line um at seta meira partapening í felagið.
Smyril Line arbeiðir nú við at hækka partapeningin í felagnum, og skal landsstýrið varðveita sín prosentpart, skal tað seta 25 milliónir afturat í felagið.
Smyril Line hevur víst á, at útlendskur áhugi er fyri at seta pengar í felagið, so um landsstýrið ikki vil verða við til at hækka partapeningin, er vandi fyri, at Smyril Line fer á útlendskar hendur.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, ætlar sær at viðgera áheitanina frá Smyril Line væl og virðiliga, áðrenn hann svarar.
Fyri hann hevur tað ikki størst týdning, um Smyril Line kann fara á útlendskar hendur, men um ein íløga í felagið kann loysa seg.
Ein kjans afturat
Tað eru nú tvær vikur síðani, at tað kom fram, at Smyril Line hevði trupulleikar við at halda gjaldstreytirnar í byggisáttmálunum um nýggju Norrønu.
Skipasmiðjan í Flensburg kravdi upp á stutt skoðbrá størri trygd frá Smyril Line, um byggingin skuldi halda fram, men hesa trygd kundi Smyril Line ikki veita. Millum annað tí at landsstúrið seg nei til at veðhald fyri einum láni upp á 30 milliónir krónur.
Nú hevur Smyril Line fingið ein møguleika afturat frá skipasmiðjuni at styrka seg fíggjarliga, og arbeitt verður nú við at hækka partapeningin við meira enn 100 milliónum krónum.