Mest umrødda málið á aðalfundinum hjá Smyril Line var valið av nevnd.
Tað hevði framan undan ljóðað, at hetlendski limurin í nevndini ikki fór at verða afturvaldur, og tað vísti seg eisini, at tá aðalfundurin – sum ikki var opin fyri fjølmiðlum – var av, sat Bobby Hunter ikki meiri í nevndini fyri Smyril Line.
Framtaksgrunnurin og FT Holding eiga 51% av partapeninginum og harvið meirilutan, og kunnu tí gera av, hvør situr í evndinii hjá Smyril Line.
Í nevndina fyri Bobby Hunter varð valdur Erik Østergaard úr Danmark, meðan Kurt Skov, sum er stjóri og eigari av Smyril Blue Water, kom í nevndina aftrat. Samtykt var nevniliga at víðka nevndina úr fýra upp í fimm limir.
Umboðið fyri Shetland Development Trust royndi at varðveita sín lim í nevndini við at skjóta upp eina víðkan av nevndini úr fýra upp í seks limir, men hetta uppskotið vann ikki frama. Lógir felagsins heimila annars heilt upp í sjey nevndarlimir.
Annars var sum vanligt roknskapurin hjá felagnum lagdur fram, og eftir at felagið hevur havt stór hall í árunum frá 2003 til 2005, vendi gongdin í 2006 til eitt lítið yvirskot upp á 1,6 milliónir. Roknskapurin fyri árið í fjør vísir eitt avlop á 2,1 millión krónur.
So hóast sigast kann, at tað gongur rætta vegin, so er leiðslan ikki nøgd við úrslitið. Smyril Line sigur í einum tíðindaskrivi, at sera ringt veður í fjør heyst og meginpartin av vetrinum, saman við tøknifrøðiligum trupulleikum, førdi við sær, at tænastustøðið hjá felagnum mótvegis ferðafólki og farmakundum als ikki hevur verið nøktandi.
Hákun heldur fram
Nettosølan vaks annars við 11 milliónum, úr 209 upp í 220 milliónir krónur. Hesin vøkstur stavar frá øktari ferðaseðlasølu – 8 milliónir – og øktari umborð-sølu á tvær milliónir. Inntøkurnar av farmaflutningi lógu á nøkurlunda sama støði sum árið framman undan.
Felagið framdi eisini í árinum eina umfígging, sum millum annað fevndi um eina hækkan av partapeninginum. Hann varð øktur úr 178 milliónum upp í 225 milliðonir krónur.
Samlaða skuldin hjá felagnum lækkaði úr 553 milliónum niður í 547 milliónir krónur í fjør.
Men sambært nevndini er hetta tó ikki nøktandi. Av omanfyri nevndu orsøkum og hækkandi oljuprísum gjørdist úrslitið áðrenn rentur og avdrag ikki eins gott og roknað varð við. Orsøkin til, at úrslitið hóast alt gjørdist eitt avlop í roknskapinum, er ein uppskriving av partabrøvunum, sum Smyril Line hevur í einum øðrum felag, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Sum nevnt omanfyri varð skift nakað út í nevndini, og umframt teir báðar nýggju nevndarlimirnar sita Hákun Djurhuus, Wilhelm Petersen og Jónas Halgrímsson eisini í nevndini.
Aftaná aðalfundin skipaði nevndin seg, og Hákun Djurhuus – sum kom í nevndina, tá verandi formaður, Andras Róin tók við sum stjóri í oktober í fjør – heldur fram sum formaður.