Smyril Line skipar fyri bussferð til Noregs

Í summar verður høvi hjá føroyskum ferðafólki at kenna seg um kongar og drotningar, tá Smyril Line skipar fyri bussferð til Noregs, grannaland okkara fyri eystan

Bussferð
Ragnhild Ellingsgaard

Hetta er aðru ferð, at Smyril Line skipar fyri hesum túri. Fyrri túrurin var seinasta summar, og tóku fólk so væl undir honum, at tey nú skipa fyri enn einum túri.
Bussferðin fylgir somu leið, sum kongaligu gestirnir hjá norsku kongshjúnunum fylgdu á silvurbrúdleypsdegnum hjá hjúninum í 1993.
Á ferðini lovar Smyril Line at vísa perlurnar í norsku náttúruni, umframt at ferðafólkini verða viðfarin á ein kongaligan hátt.
Túrurin byrjar tann 12. auguast , tá siglt verður til Noregs við Norrønu, og síðan byrjar sjálv bussferðin. Vitjað verður runt í landinum, og og gist verður á hotellum í Noregi.
Komið verður aftur til Føroyar tann 21. august klokkan 15.00
Ferðaleiðarin á túrinum er av norskari ætt, men tosar føroyskt.