Ferðavinna
Smyril Line hevur regluliga framsýning av slíkum, felagið hevur at bjóða viðskiftafólki sínum. Og ein slík framsýning plagar at vera í SMS í Havn við ávísum millumbilum.
Í ár verður hon nú í páskavikuni, Latið varð upp í gjár, og so verður básurin opin nakrar dagar fram.
Í básinum eru fólk, sum kunnu siga frá tí, Smyril Line hevur at bjóða viðskiftafólki, av ferðum og íbúðarmøguleikum. Nýggjast príslistarnir, ferðaætlanir og gistingarmøguleikar í ymsum londum eru høvuðsparturin av tí, tann forvitni vitjandi fær at síggja á básinum hjá Smyril Line í SMS hesar dagarnar.