Á tingfundinum í dag fer Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, at leggja fram ætlan um, at landsstýrið skal skjóta 30 milliónir krónur í nýggjum partapeningi í Smyril Line, sum tilsamans fær 66 milliónir í peningainnspræning
Tað kom sum ein hvøkkur seinnapartin í gjár, tá Portalurin kunngjørdi, at Smyril Line var í so álvarsomum gjaldføristrupulleikum, at felagið stóð til at fara á heysin.
- Vit kunnu ikki bara lata motorvegin niður á meginlandið aftur, segði Johan Dahl, landsstýrismaður við Rás 2, og tí hevur landsstýrið gjørt av at bjarga Smyril Line og harvið flaggskipinum Norrønu.
Petur S. Holm, stjóri á Smyril Line segði somuleiðis við Rás 2, at ymsar bjarginarætlanir høvdu verið kannaðar, eitt nú at selja Norrønu og útvega eitt minni skip og at leggja Smyril Line saman við onkrum øðrum útlendskum skipafelag. Loysnin varð kortini tann, sum nú er, at felagið fær 66 milliónir krónur. Landsstýrið skal veita felagnum 30 milliónir krónur og Framtaksgrunnurin 10 milliónir krónur í partapeningi. Harumframt kemur annar veðrættarsamtakið, sum er í skipinum í dag við 10 milliónum krónum og Íleggingargrunnurin við 16 milliðonum krónum.
Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisins sigur við Dimmalætting, at hann er ivasamur um, hvørs tað er rætt at bjarga Smyril Line við almennum pengar. Hann sigur, at hetta er rættiliga prinsippielt og spyr, hvat vit enda, um vit byrja upp á slíkt.
Landsstýrið hevur arbeitt við málinum síðani vikuskiftið. Í gjárkvøldið vórðu andstøðuflokkarnir eisini kunnaðir um málið, sum verður lagt fyri tingið í dag. Tingfundurin er kl 9:30 í dag.