Smyril hevur ligið í Havn við maskinbreki í dag, men ætlandi loysir Smyril frá landi í kvøld.
SSL sigur soleiðis:
Arbeiðið við at skifta tvey toppstykkir á einum høvðusmotori gongur væl. Eftir ætlan verður siglt av Havnini kl 21:15, hóskvøld 21. mars, og verður tað bert hesin túrurin, ið verður sigldur á leið 7 í dag. Harumframt er ætlanin sostatt at sigla smbr., ferðaætlan fríggjadagin 22. mars.
Les eisini: