Nú verður síðsta hond løgd á eina avtalu um at leiga íslendsku ferjuna, Herjólf 3, til Føroya. Tað sigur Jóan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni.
Hetta hevur tikið sína tíð, men ymsir snávingarsteinar hava verið á vegnum. Fyrst var talan um, at Strandferðslan skuldi keypa skipið, men so hálsaðu íslendingar um, og síðani hava samráðingar verið um at leiga tað. Orsøkin til, at íslendingar brádliga ikki vildu selja, er, at tey hava brúk fyri einum avloysaraskipið, tá ið tann nýggi Herjólfur fer í dokk – men teir funnu einki, og tí vilja tey varðveita Herjólf 3 á íslendskum hondum, so at tey ikki knappliga sita við ongum.
Endamálið er, at lata Herjólf sigla ímillum Suðuroynna og Havnina, fyrst og fremst við farmi, men eisini við ferðafólki. Orsøkin er, at Smyril hevur so nógv at føra, at hann klárar tað ikki longur einsamallur. Avleiðingin er nógvar seinkingar, og at bilar standa eftir.
Jóan Petur Abrahamsen sigur, at gongd er í samráðingunum, men nú eru snøklarnir eftir. Hann sigur kortini, at báðir partar eru greiðir yvir, at ein semja skal finnast, so hann ivast ikki í, at tað fer at bera á mál. Men hann ásannar, at tað tekur tíð. Í íslandi er sama skipan, sum hjá okkum, at tað er ein almennur stovnur, sum eigur skipið og tí tekur tað tíð at fáa alt ígjøgnum. Tá ið avtalan er skrivað undir, verður neyðugt at fáa nýggjar bjargingarútgerð umborð og tað tekur eisini tíð at útvega tað. Somuleiðis skal skráin, bilar koyra umborð, og íland eftir, lagast til, so at hann kann liggja á Krambatanga.
Jóan Petur Abrahamsen sigur, at teirra vón er, at tey fáa Herjólf 3 í sigling um miðjan juli, ella um einar tíggju vikur. Tað merkir, at Smyril má so klára seg einsamallan til tá. Men tá ið Smyril so fer í dokk seinni í ár, verður tað Herjólfur, sum skal røkja suðuroyarsiglingina einsamallur.
Men Herjólfur er væl minni enn Smyril, hann tekur 68 bilar og 525 ferðafólk, men hvat tað nágreiniliga talið, hann verður góðkendur til í føroyum, er ikki heilt greitt. Jóan Petur Abrahamsen er greiður yvir, at sostatt verður flutningsorkan væl minni enn vanligt, so hann sigur, at tað fer at krevja eina neyva tilrættislegging, bæði av teimum á Strandferðsluna, men eisini av vinnulívinum og av fólki.
Hann sigur, at Strandferðslan ætlar at lata Herjólf sigla tveir túrar um dagin, har tað, í høvuðsheitum verður siglt við ferðafólki og bilum, men so verður tann farmurin tikin við, sum pláss er fyri. Síðani er ætlanin at hann eisini skal sigla ein farmatúr um náttina.
Hann sigur, at Herjólfur klárar ikki meiri enn tríggjar túrar um samdøgurið. Men mitt í viku vænta tey, at tað kann ganga, men hann ásannar, at serliga um vikuskiftini kann tað verða ein trupulleiki.