John Allen Muhammad, sum myrdi fleiri fólk í amerikanska høvuðsstaðnum Washington og har um vegir í 2002, varð í nátt tikin av døgum í Greenville-fongslinum í statinum Virginia.
Í oktober í 2002 myrdi hann 10 tilvildarlig fólk, og ikki fyrr enn tríggjar vikur aftan á tað fyrsta morðið eydnaðist tað løgregluni at finna tann 41 ára gamla John Allen Muhammad og hjálparmann hansara, tann 17 ára gamla Lee Boyd Malva.
Tvey ár seinni varð John Allen Muhammad dømdur til deyða, og í nátt varð hann tikin av døgum við einari eitursproytu.
Lee Boyd Malva hevur fingið lívlanga fongsulsrevsing.