Fólk, sum væntaðu sær ein minnisríkan og hugnaligan dag, tá ið Norðoyatunnilin varð skotin ígjøgnum leygardagin, fóru heimaftur vónbrotin.
? Vit vórðu hildin fyri gjøldur, søgdu tey mest bersøgnu eftir móttøkuna leygardagin.
Orsøkin til alt hetta var, at tann stóri almenningurin fekk einki við av seinasta skotinum, meðan tey innbodnu inni í tunlinum hoyrdu og merktu skotið, kundu klappa, hoyra røður og fáa eitt ábit.
Almenna móttøkan var í høllini, sum NCC leigar á Borðoyavík, og har bar til at fáa kaffi og okkurt afturvið. Væl omanfyri túsund fólk vóru komin á økið.
Ætlanin var, at seinasta skotið skuldi síggjast á stórskíggja, men hetta varð av ongum, og tá ið fólk so spákaðu yvir tunnilsmunnan fyri kanska at fáa okkurt við har, hendi einki, og fólk bíðaðu til fánýtis, til tey mistu tolið og fóru heimaftur.
Teknikkurin sveik
Dávur Reinert Hansen, stjóri í Norðoyatunlinum, sigur, at hann er harmur um, at móttøkan skuldi spæla soleiðis av.
? Vit høvdu gjørt okkum út til, at skotið skuldi síggjast á stórskíggja, men vit fingu ikki teknikkin at rigga. Vit ætlaðu síðani, at skotið skuldi takast upp og vísast aftaná, men heldur ikki tað bar til. Tí var tað frægasta, sum vit kundu gera, at bjóða ein drekkamunn, sigur Dávur Reinert Hansen.
? Eg eri ónøgdur við, at hetta skuldi vera soleiðis, tí tað manglaði, at fólk kundu klappa fyri skotinum og líkasum siga, at hatta var tað, men viðhvørt má mann erkenna, at teknikkur ikki strekkir til, og soleiðis var tað leygardagin, sigur hann.