Snýta við útsølutilboðum

Danska sjónvarpsendingin hevur avdúkað, at nógvir handlar snýta, tá teir lýsa við tilboðum. Við at kanna tilboð fleiri mánaðir aftureftir og við fjaldum myndatóli kann sendingin vísa á, at í fleiri førum eru tey góðu tilboðini als ikki so góð, sum handlarnir lýsa.

Eitt nú lýsti ein handil herfyri, at hann seldi eitt sofasett fyri 8.999 krónur, og at keyparin spardi 1.000 krónur. Men kanningin hjá Kontant vísir, at tað sama sofasettið kostaði 6.999 krónur í desember. Sostatt var tað vorðið 2.000 krónur dýrari, nú handilin lýsti tað í útsølu.

Eitt mistak, sigur handilin við Kontant.