Snikkaravirki í Havn verður til lestraríbúðir

Ætlanin er at innflyta liðugtbygdar íbúðir. Býrðið tekur støðu til málið á býrðaðsfundi hóskvøldið

Nú eru ætlanir um at byggja lestraríbúðir úti í Marknagili í Havn – yvir av miðnámsskúlanum Glasir. Talan er um gamla Snikkaravirkið hjá Hans Hilmari Dam, sum partafelagið Mark eigur. Seinastu árini hevur Herman Eysturoy havt snikkaravirki í bygninginum, sum eisini hýsti einum bilverkstað, sum brann í grund í 2013.

 

Tann parturin av bygninginum, sum hýsti bilverkstaðnum, er ikki bygdur uppaftur. Felagið Gravarhjálp hevur hildið til í hinum partinum.

 

Men í heyst varð felagið, sum eigur bygningin selt. Nýggjur stjóri í felagnum er Gordon Rajani og í nevndini sita Birgir Dam Jaocbsen, sum er nevndarformaður, og Frits Dam Jaocbsen, Gordon Rajani og Palli Skorheim.

 

Tórshavnar kommuna boðar frá í morgun, at býráðið hevur fingið ein fyrispurning um byggiloyvi til lestraríbúðir við Marknagilsvegin á økinum.

 

– Talan er um smærri íbúðir, sum verða innfluttar sum eindir á 14 til 31 fermetrar, sum eru mestsum liðug bygging. Fyrsta byggistig er tilsamans 38 íbúðir ella kømur við bað, bygt í tveimum hæddum, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

Annað byggistig er 70 íbúðir ella kømur við bað, bygt í trimum hæddum.

 

Økið, har ætlanin er at byggja íbúðirnar, er øki, har Tórshavnar kommuna kann geva loyvi til íbúðarbygging við serstakari byggisamtykt. Býarskipanardeildin hevur gjørt eitt uppskot til serstaka bygging til bygging av íbúðum á økið.

 

Tekniski stjórin og býararkitekturin mæltu byggi- og býarskipanarnevndini til at góðkenna serstøku byggisamtyktina og beina málið í býráðið. Byggi- og býarskipanarnevndin samtykti 11. januar at taka undir við tilmælinum, og málið kemur fyri á almennum býráðsfundi nú hóskvøldið.