Snildir ikki gandur

Súsanna Dam


Grúiligt rok, nú nøkur hava avdúkað, at vit einaferð aftur eru dottin í felluna. Hina somu gomlu felluna, sum vit verða fangað í við jøvnum millumbilum, og sum er gjørd av fávitsku og trongskygni. Tímir tú, verður sera spennandi at eygfara, hvør fer at sita kúrrur sum haran, til teir ringastu brotasjógvarnir hava lagt seg aftur.
Áttu vit ikki øll, og serliga politikkarar at ána vandarnar og gjørt móttiltøk, tá ein táverandi bankastjóri málaði síðu upp og síðu niður í bløðunum, um at banken sandelig ikki financierer noget som helst, hvis vi ikke får pant i fiskiloyvine. Við hesum avdúkaði hann, at bankin fór at leggja hald á fólksins ogn einaferð afturat. Og av beiskum royndum áttu vit at minst til, at endamál bankans er at vinna pening til partaeigarnar  okkum  ið av hepnari tilvild eru umboðað av júst hesum somu strongdu politikarum. Karrussellin koyrir betur og betur, vit gerast í ørviti, meðan hin dugnaligi vinnulívsmaðurin við almennum stuðli vinnur sær pening til at keypa bankapartabrøv fyri.
Umsitingin og strategarnir hjá politikkarunum hvat gjørdu teir meðni? Jú teir vóru farnir til hitt privata vinnulívið, tí politikkarnir hava nýtt allan peningin til sína egnu løn, so einki er eftir til at gjalda klókum fólki fyri at halda skil á landsins viðurskiftum.
Tað er eyðsýnt, at ikki er lætt vera politikkari. Hann skal syngja sum ein eingil, helst duga at sparka ein bólt, at mála ein sølubæran málning og at luttaka í alla handa undirhaldstiltøkum. Eg fari at tiva tá eg hugsi um alt teir mugu, og skilji væl at bara hetta er nóg mikið til ein fullan arbeiðsdag, minst til, teimum tørvar eisini hvíld líka sum tú og eg.
Tað er kanska ikki so løgið at 68 procent av politikkarunum ikki hava havt stundir at seta seg inn í hvat homoseksualitetur er. Dag og dagliga síggja vit, at tað eru so mong onnur ting, teir heldur einki vita um.
Visión 2015 er eitt, Pisakanning eitt annað, sum hevur verið á breddanum hesa seinastu tíðina. Hitt fyrra í vøkrum pakka, hitt seinna ikki so vakurt á at líta, men reaktiónin er líka fyri bæði tvey, Sambært løgmanni gongur Visión 2015 í høvuðsheitum út uppá, at tillaga samfelagið til støði hjá politikkarunum, og sambært serkunnleikanum nýtist Pisakanningin heldur ikki at takast í álvara, tí tey, sum ikki dumpaðu, hava allar møguleikar til at gera seg galdandi uttanlands. Vit eru so fitt og vællýdd allastaðni, sosialt vælmentað tjóð, tá serkunnleikin ger sínar metingar. Hví stúra, tá karrussellin koyrir so væl, sum hon ger her hjá okkum.
Okkum tørvar bústað og røkt til gomul, veik og avlamin og øll hini, sum ikki fingu høvi til at lóggeva pening til sín sjálvs. Men lukkutíð hesin tørvur sæst næstan ikki í øllum hóvastákinum. Raskir menn kýta seg í staðin við sjálvbodnari tempulbygging, og hvør kann mótmæla tí. Tá ein ávís mongd av byggitilfari bráðliga stendur sum eitt liðugt tempul, kann ein avgjalds- og skattaplágaður borgari bara gapa og gána, meðan hann skoðar undurgerningin, men vónandi fer hann at ásanna at tilveran í veruleikanum snýr seg um nur behändigkeit, keine Hexerei. Bara snildir, ongin gandur.