So bragdaði hjá B68

Í einum rótutum dysti við høgum intensiteti og nógvum tvídystum, eydnaðist tað B68 at vinna 1-0 á B36. Talan varð um ein javnan dyst, har einasti munur var, at toftmenn dugdu betur at gagnnýta ein av sínum kjansum, meðan tað gongur strilti hjá B36 at umseta kjansir til mál

B68 vann ein týdningarmiklan sigur á B36 á Svangaskarði í gjár. Hóast spælið ikki var nakað at skriva um, so er venjarin hjá B68, Bill Mc Jacobsen, sera fegin um avrikið hjá hans­ara liði.
– Tað var umráðandi hjá okk­um fyrst av øllum, at fáa skil á verju­partin, tí vit hava latið alt ov nógv mál ígjøgnum síðstu tíðina. Hetta eydnaðist væl, tí vit klára at halda málið reint, samstundis sum vit komu fram til narkar kjansir, og skora eitt mál.
Júst tað at skora mál, var mun­urin á liðnum. Sjálvt um B36 ikki stóð aftanfyri toftamenn hvat stríðs­vilja viðvíkur, og høvdu líka nógvar kjansir sum vertirnir, so klár­aðu ikki at umseta kjansirnar til mál. Hetta er ein afturvendandi trupulleiki hjá B36, sum í fleiri dyst­um hava havt trupult við at skora uppá kjansirnar, og tá verður trupult at vinna fótbóltsdystir.

Sjómaðurin vísti vegin
Frá dystarbyrjan sást at tað vóru tvey sera varin lið, sum brustu saman á Svangaskarði. Hvørki tofta­menn ella gestirnir úr B36 vildu satsa ov nógv í álops­spæl­inum. Tískil gjørdist ofta talan um langar sendingar upp til áleyp­arnar, sum als ikki høvdu bestu arbeiðs­umstøðurnar hóast teir stríddust fyri hvørjum bólti.
Av tí sama var smáligt við opnum kjansum í fyrra hálvleiki, men fyrstu ferð B68 kom til ein líkinda kjans tóku teir av. Sjómaðurin á B68 liðnum, Óli Olsen var trygg­ur, tá hann hegnisliga tamdi eina diagonal­sending frá Øssuri Hansen, og sendi bóltin millum beinini á Jóan Paula Jacobsen og í málið til 1-0, sum eisini gjørdist hálv­leikstøðan.

»Stong-út« hjá B36
Venjarin hjá B36, Sigfríður Clem­entsen framdi broytingar á liðnum til seinra hálvleik, og hjálpti tað uppá spælið hjá gestunum. Fyrstu løtuna av seinra hálvleiki høvdu gestirnir takið á dystinum, og komu fram til nakrar góðar kjansir, men skotroyndirnar høvdu als ikki sama kvalitet sum uppspælið.
Bárður Olsen hevði naskastu skotroyndina hjá gestunum, tá hann tíðliga í seinra hálvleiki smekk­aði bóltin á stongina, men inn vildi bólturin ikki. Og júst kjansurin hjá Bárði er ein góð støðumynd av B36 í løtuni, teir gera nógv rætt á vøll­inum, men tað er bara tað síðsta sum manglar.
Sjávt um gestirnir trýstu fyri at fáa útjavnandi málið, og vóru sera nær við seint í dystinum, men ólukku­tíð fyri B36, fekk Ndende sparka bóltin burtur á sjálvari málsrikuni.
Tískil vann B68 1-0 á B36 í einum sera jøvnum dysti, sum kundið farið báðar vegir, men marginalarnir vóru við toftamonnum, og so eisini Óli Olsen, meðan B36 enn einaferð mátti fara av vøllinum við ongum, eftir at hava spælt fult upp við mótstøðu­liðið. Men hvat hjálpir tað, tá tú ikki skorar uppá kjansirnar.