Fyri seinastu ferð í hesari øldini verður farið undir eina nýggja landskapping í hondbólti, og fleiri ábendingar eru um, at kappingin í ár fer at gerast ein hin mest spennandi nakrantíð, bæði á mann- og konufólkasíðuni.
Fleiri feløg hava av álvara brynjað seg út, til tess at verða við í fremstu røð, men tá gullkrónurnar skulu latast. Undanfarna ár vóru tað sum kunnugt menninir hjá StÍF og kvinnurnar hjá Kyndli, sum fingu henda heiður, og lítið er at ivast í, at hesi fara at gera tað tey eru ment at verja sína støðu. Hinvegin eru sjálvsagt fleiri onnur feløg, sum hava vónir og ætlanir um at taka henda heiður í ár, og so leingi sum allir dystirnir ikki eru leiktir, er eingin avgerð fallin í hesum máli. Komandi mánaðirnir at vísa, hvørji liðini verða, sum eina ferð út á vári kunnu kalla seg fyrstu føroyameistarnar í 21. øld.
Hóast tað enn er langt eftir mál hjá einum komandi føroyameistara, so ætla vit á Ítróttarsosialinum at fylgja við frá fyrsta bríksli, soleiðis at lesarar okkara hava møguleika at fylgja við gongdini í kappingini allan veturin á tamb.
Á komandi síðunum hava roynt at greitt frá, hvussu støðan er hjá ymsu liðunum kring landið. Sjálvandi er stórur munur á, hvussu metanir, vónir og vánir eru hjá ymsu leikarunum og venjarunum, men vón okkara er í øllum førum, at lesarin við hesum fær eitt betri innlit í, hvussu stendur til hjá einstøku liðunum.
Við hesum vilja vit bjóða øllum hondbóltsáhugaðum at verða vælkomin til nýggja kappingarárið. Vónandi verður talan um eitt kappingarár, sum verður orsøk til nógvan spenning og frálíkt undirhald!