Byrjað var fyri tveimum árum síðani við gentum og dreingjum úr fyrsta og
øðrum flokki. Í fjør kom so triði flokkur aftrat, og í ár kemur so eisini
fjórði flokkur við.
Endamálið við AWANA er at náa børnini við evangeliinum um Jesus Kristus, og at læra tey at tæna Honum. Hetta verður gjørt við sangi, bíbliusøgum og spæli.
Børn úr fyrsta til fjórða flokk verða kallaði Neistar. Hesi verða so býtt í
bólkar, kallaðir Tøtlarar, Reikarar og Klintrarar, og til hvønn av hesum
bólkum er ein arbeiðsbók. Við at loysa uppgávur úr arbeiðsbókini og læra seg brot og skriftstøð úr Bíbliuni uttanat fáa tey ymisk heiðurmerki, krúnur og gimsteinar, sum tey kunnu seta á sína AWANA troyggju.
AWANA undirvísingartilfarið er grundað á skriftirnar, og í teimum trimum
bókunum verða grundleggjandi sannleikar um Gud, Jesus Kristus, frelsuna og Bíbliuna lærdir. Stórur dentur verður lagdur á at minnast skriftstøð, og
hesi trý árini fara børnini at læra og endurtaka meira enn 60 skriftstøð úr
Bíbliuni.
AWANA byrjaði í USA í 1950, og í dag finst arbeiðið í 110 londum runt allan heimin. Orðið AWANA kemur úr fyrstu bókstøvunum úr ensku orðingini: Approved Workmen Are Not Ashamed, sum er tikið burturúr 2. Timoteusarbrævi 2,15.
Á fundum í Neistaklubbanum sameina vit tað at læra og at hava tað stuttligt.
Ein AWANA fundur varar í hálvanannan tíma og er býttur í tríggjar partar.
Fyrstu løtuna verður sungið og sagt verður frá søgum og hendingum úr
Bíbliuni, og lært verður um kristin lívsvirði.
Síðani verður arbeitt í smærri bólkum við at læra seg skriftstøð og loysa
uppgávur.
Tann síðsta hálva tíman veráa børnini býtt í bólkar og spæla tey serligu
AWANA spølini. Áðrenn farið verður til hús verða heiðursmerkini býtt út.
Neisti er AWANA-maskotturin, sum kemur á vitjan av og á .
Øll børn úr fyrsta til fjórða flokk eru hjartaliga vælkomin til AWANA í
Ebenezer mikudagar kl. 17.30.
Myndatekstur:
1.
AWANA er barna- og ungsómsarbeiði, og er hetta triðja árið, at tað er í Føroyum
2.
Neisti er AWANA-maskotturin, sum kemur á vitjan av og á