Knappliga sært tú blaðstjóran á »Tíðindablaðnum Sosialinum«, Jan Müller, koma fram á sjónvarpsskíggjan og kunngera, at nú verða eingi dulnevnd lesarabræv prentað í hansara blaði. Eisini í blaðheiminum eru huldumenninir nú horvnir.
Mangan hevur verið kjakast um teir, tøvt í sama stað til onga nyttu, bara til forargilsi og dálking av sinninum.
Tað er ikki tann ting í heiminum, hvussu ringt tað so enn er, at ikki okkurt kann førast fram sum forsvar fyri tað. Lat tað fara nú. Lat okkum líta frameftir.
Sosialurin hevur so líðandi ment seg hesi árini meðan Jan Müller hevur verið blaðstjóri. Hann hevur treiskur ligið á takinum. Hann hevur havt ein dreym um at gera eitt lesiverdugt blað fyri allar føroyingar. Tað kendist sum hann tað kvøldið setti krúnuna á verkið. Allar grundir eru fyri at takka honum fyri arbeiði og ynskja honum tillukku. Eisini skal tað vera honum væl unt at koma til arbeiðis um morgnarnar, uttan at skula noyðast at lesa bæði gor og gall frá ónevndum lesarum.
Steinbjørn B. Jacobsen