Triðja sett er sera javnt upp til 20-20, tá Dráttur megnar at draga frá SÍ og vinnur settið 25-21. Triðja sett byrjar javnt sum fyrsta sett. Helga Guttesen smasjar fleiri góðar bóltar fyri SÍ, meðan Dráttur blokkerar væl fleiri ferðir.
Settið er øgiliga javnt og liðini fylgjast tætt uppeftir, og stríðast væl fyri hvørjum einasta bólti.
20-20: Bæði liðini stríðast og strevast. Bólturin fer ótalligar ferðir yvir um netið, áðrenn Helga Guttesen ger eitt mistak, tá hon skal føra bóltin yvir um.
Dráttur vinnur eisini annan og tríðja bóltin, áðrenn ein serva kiksar fulkomuliga og fer ov langt.
21-23: Ein øgiliga langur bóltur endar við, at Karin Mikkelsen sendir hann langt yvir um netið og langt út av vøllinum.
Dráttur vinnur næsta bóltin, og vinnur sostatt triðja sett. Sandávágskvinnur hava ment seg aftur!